28. Jan. 2015

Filmsbrot um rundormar í fiski

 

Havstovan luttekur í eini FP7-verkætlan, har innfluttur fiskur til ES verður kannaður fyri rundormar. Umframt tær konkretu kanningarnar av ymsum fiskasløgum, er nú eisini upplýsandi tilfar til almenningin gjørt.

 

Eitt dømi eru hesir 3D-filmstubbarnir um lívsringrásina hjá Anisakis-rundorminum og ávirkan hansara á menniskju -í tí føri, har t.d. ráur fiskur verður etin.