19. Jan. 2015

Nýbrot á heimasíðuni hjá ICES

 

Sum nakað nýtt hevur ICES gjørt lættskiljandi útgávur av sínum tilmælum, nevnd “Popular Advice”, á síni heimasíðu. Brúkarin velur millum ymisku tilmælini við at trýsta á eitt samvirki kort.

 

Kortið er býtt upp í sonevnd vistskipanarlig økir (Ecoregions). Við at trýsta á kortið, fær brúkarin atgongd til ein brúkaravinarligan samandrátt av tilmælinum fyri ein ávísan fiskastovn, umframt eina lívfrøðiliga heildarmynd av stovninum. Tølini kunnu eisini heintast beinleiðis niður á telduna.

 

Heimasíðan er at finna her: http://gis.ices.dk/popadvice/

 

Føroyskir fiskastovnar eru at finna undir “Faroes”.