08. Jan. 2015

Havstovuárið 2014

 

Nú árið 2014 júst er farið afturum, er hóskandi at gera upp, hvussu árið hevur hildnast hjá Havstovuni, í arbeiðinum at tæna okkara høvuðsvinnu.

 

Uppsjóvarfiskur

Uppsjóvarfiskur fyllir nógv í føroyskari fiskivinnu, og hevur sjálvsagt eisini merkt virksemið á Havstovuni. Í samstarvi við havrannsóknarstovur og -skip í øðrum londum, hevur Magnus Heinason gjørt tveir túrar fyri at kanna svartkjaft og sild, ávikavist sunnanfyri í apríl og norðanfyri í mai. Hesir báðir túrarnir verða gjørdir á hvørjum ári. Á túrunum bleiv æti og havfrøði eisini kannað.

 

Úrslitini frá rannsóknartúrunum verða, saman við greiningum av fiskiskapinum, grundarlag undir stovnsmetingum og tilmælum til myndugleikarnar. Eisini hevur tann føroyska luttøkan í altjóða rannsóknum týdning í samráðingunum við hini strandarlondini.
Havstovan hevur í 2014 luttikið í greiningararbeiði, ið byggir á hesar kanningarnar. Frágreiðingarnar frá greiningararbeiðinum eru grundarlag undir samráðingum um nýtt býti av sild og svartkjafti millum londini.

 

Í samstarvi við norsku og íslendsku havrannsóknarstovurnar, luttók Havstovan í juli 2014 í kanning av makreli í Norðurhøvum. Kannaða økið var frá Norra og vestur í grønlendskan sjógv. Føroyar luttóku við Finni Fríða, ið bleiv leiðagur til endamálið. Á túrinum bleiv eisini æti og havfrøði kannað.

 

Magakanningar av uppsjóvarfiski eru gjørdar, og eisini er fitiinnihaldið og vøksturin av fiskinum í føroyskum sjógvi kannaður. Kanningarnar eru gjørdar bæði á rannsóknartúrunum og á fiski, sum er vinnuliga veiddur.

 

Árið 2014 endaði við einum spennandi kanningartúri hjá Tróndi í Gøtu í føroyskum sjógvi norðanfyri, har hann leitaði eftir, um sild møguliga er her um veturin. Sild frá hesum túrinum verður nú kannað nærri á Havstovuni.

 

Svartkjafta- og makrelstovnarnir eru væl fyri, men stovnurin av norðhavssild verður mettur at vera verri fyri, vegna lítla tilgongd í fleiri ár á rað.

 

Botnfiskur

Fleiri av botnfiskastovnunum, ið serliga halda til á innaru landgrunsleiðunum, hava verið illa fyri í nógv ár. Fiskiskapurin eftir flatfiski hevur hildnast stak illa, og veiðan av toski og hýsu hevur verið sera lítil í nógv ár. Tilgongdin hevur svikið og stovnarnir eru søguliga smáir. Í tey meira enn 100 árini við veiðuhagtølum, er hetta nógv tað longsta tíðarskeiðið við vánaligum fiskiskapi av toski og hýsu. Yngulkanningarnar og yvirlitstrolingarnar geva tó vón um ávísan bata og eisini var hugaligt at síggja, at væl kom undan av nebbasild í 2014. Hetta fiskaslagið plagar at hava góða ávirkan á fisk og sjófugl á Landgrunninum. Tíðin má vísa, hvussu tað fer at hildnast. Um hepni er við, ræður um hjá myndugleikunum at gera tað sum gerast kann, fyri at tað, sum vónandi er á veg, fær umstøður at seta til stovnin.
Upsastovnurin hevur verið hampuliga støðugur hesi seinastu árini, men í 2014 hildnaðist fiskiskapurin tó ikki væl.

 

Onnur fiskasløg hava fingið størri týdning fyri botnfiskavinnuna. Longustovnurin hevur verið í vøkstri í fleiri ár og er væl fyri. Veiðan eftir brosmu hevur eisini verið lutfalsliga góð, og bæði fiskasløgini hava í farna ári verið gott íkast, serliga hjá línuskipunum.

 

Havstovan er farin undir at kanna botnfiskasløgini á djúparu havleiðunum við Føroyar. Serliga er stórt arbeiði lagt í at økja vitanina um longu og brosmu. Onnur sløg eru eisini á breddanum, og Magnus Heinason gjørdi í 2014 eina innleiðandi yvirlitstroling á djúpum leiðum eftir hesum fiskasløgunum. Hetta er fyrsta yvirlitstrolingin av hesum slagnum í útvið 20 ár, og vónandi verða umstøður at halda fram við hesum rannsóknum í komandi árum, soleiðis at meira fæst at vita um tilfeingið á okkara djúpu havleiðum.

 

Hav- og vistskipanir
Havstovan hevur í fleiri ár tikið lut í stórum altjóða granskingararbeiði av havfrøðini í Norðuratlantshavi. Geografiska støðan hjá Føroyum, saman við dugnaligum starvsfólkum ger, at Havstovan er eftirspurd í slíkum kanningum. Árið 2014 var einki undantak í so máta, og nógv altjóða gransking bleiv gjørd í føroyskum sjógvi. Við ársenda í 2014 komu boð um, at ein nýggj altjóða verkætlan, ið Havstovan er við í, eftir ætlan fær stuðul úr ES granskingarsamstarvinum Horizon2020.

 

Øll vita vit, at føði- og liviumstøðurnar í sjónum í alstóran mun ávirka tilgongd, vøkstur og útbreiðslu av fiski, og tað er umráðandi at skilja hesi viðurskifti so væl, sum til ber. Í farna ári er nógv arbeiði lagt í at kanna hav- og vistskipanir, bæði inni á Landgrunninum og á opnu havleiðunum.

 

Fleiri verkætlanir eru í gongd fyri at greina møguliga ávirkan millum stórskala-havfrøði, æti og ferðing hjá uppsjóvarstovnunum. Summar av hesum verkætlanum eru partur av samstarvi við onnur lond og aðrar eru føroyskar verkætlanir burturav.

 

Gransking og førleikamenning
Samanlagt luttók Havstovan í 23 ymiskum granskingarverkætlanum í 2014. Verkætlanirnar eru fíggjaðar av fiski- og oljuvinnuni, ES-granskingarsamstarvinum, donsku stjórnini, Fiskivinnuroyndum, Granskingarráðnum og yvir játtanina á fíggjarlógini.

 

Havstovan hjálpir fegin nýggjum granskarum við PhD-verkætlanum við vegleiðing, arbeiðs­umstøðum og at finna fígging. Stovnurin hjálpir eisini fegin MSc lesandi við vegleiðing og arbeiðsumstøðum til verkætlan teirra. Í løtuni eru tríggir granskarar á Havstovuni í PhD-útbúgving. Hesi eru øll innskrivað á Fróðskaparsetrinum. Harumframt tók ein MSc lesandi prógv á Fróðskaparsetrinum í 2014.

 

Rannsóknarskipið
Skulu fiski- og havrannsóknir gerast, má skip til, ið er er útgjørt til arbeiðið. Magnus Heinason fær í løtuni gjørdar ábøtur (hesaferð eru tað serliga umvælingar av motorinum) áðrenn skipið kann fara undir enn eitt arbeiðsár. Hvussu langt arbeiðsárið verður, tá avtornar, veldst um umvælingarkostnað og oljuprís og hvørjar umvælingar stinga seg upp í árinum.

 

Við árslok 2014 játtaði Føroya Løgting upphædd á fíggjarlógini til stovnseting av almennum partafelag, ið skal eiga nýggja rannsóknarskipið. Vit heilsa ætlanini vælkomnari og vóna, at gongd nú kemur á málið. Tað hevur skund, tí uttan skip, ið er útgjørt til rannsóknir, hava Føroyar ein álvarsligan trupulleika.

 

Eilif Gaard