22. Des. 2014

Vælumtóktar vitjanir á Havstovuni

Á Havstovuni hava tað verið um 300 fólk á kunningarvitjan í ár. Tað koma fólk í øllum aldri at vitja Havstovuna, fólk frá vinnuni, pensionistafeløgum, miðnámsskúlum, fólkaskúlanum, barnagørðum og øðrum stovnum. Eisini eru útlendskar vitjanir, eitt nú vinnufólk, vísindafólk og næmingar.

 

Flestu vitjanir eru frá fólkaskúlunum kring landið, av næmingum sum hava lívfrøði ella sjóvinnubreyt á tímatalvuni.

 

Sum ein part av arbeiðsuppgávunum á Havstovuni, sum er ein av størstu granskingarstovnunum í Føroyum, er tað ikki meir enn náttúrligt, at stovnurin hevur slík tilboð, serliga til yngra ættaliðið, sum skal nema sær útbúgving seinni í lívinum.

 

Á slíkari kunningarvitjan verður greitt frá, hvat stovnurin fast við, so sum yvirlitstrolingar, havfrøði, klima, fisk, fugl, hval o.m.a.

 

At vitjanirnar eru vælumtóktar sæst væl, tí lærarar koma aftur ár undan ári við nýggjum næmingum.

 

Starvsnæmingar
Eitt av aðalmálunum hjá Havstovuni er, at vit skulu taka starvsnæmingar á hvørjum árið. Í ár hava í alt verið 3 dreingir og 1 genta í starvsvenjing á Havstovuni.

 

Stovnurin hevur eina fasta skipan til næmingin. Næmingurin er á hvørjari deild í minst tveir dagar, so at hann kann fáa innlit í, hvat arbeiði er á slíkum stovni.

 

Seinasta dagin fær næmingurin eitt spurnarblað, har hann skal svara spuningum um ymisk økir hann hevur arbeitt við, eitt nú okkurt lívfrøðiligt um fisk, havumhvørvið o.a.

 

Eisini eru tað starvsnæmingar, ið vilja sleppa við havrannsóknarskipinum Magnus Heinason, ið hoyrir til stovnin.

 

Starvsnæmingar, ið sleppa við Magnusi Heinasyni, eru við í øllum dekksarbeiði, sum er á slíkum skipið.

 

Hetta arbeiði fevnir t.d. um at gera klárt til túr, taka ymiskar greyðir umborð, alt eftir hvat túrur er fyri framman.

 

Um skipið er á túri, ið hoyrir fiskideildini til, so er tað til fiskarí. Tá er næmingurin við í øllum trolarbeiði, hagreiðing av fiski, halda skipi reint o.a.

 

Annars eru túrar sum hoyra til umhvørvisdeildina. Ein slíkur túrur er eitt nú at taka streymmátarar upp, og seta nýggjar streymmátrar út. Samstundis verða tiknar støðir, har máta verður hiti, salt og æti av sjónum.

 

Øll data sum koma av slíkum túrum, verða upparbeidd á landi.