16. Des. 2014

Hvussu gamal blívur fiskur?

Henda spurning seta nógv fólk sær sjálvum – og okkum á Havstovuni. Tað er ymiskt, hvussu gamal fiskur gerst. Summir gerast bert 3-4 ár, meðan aðrir verða meir enn 100 ára gamlir. Kongafiskur gerst gamal, og búrfiskur verður 150 ár, meðan nebbasild bert verður 5 ár.

 

Tað er ofta soleiðis, at fiskar av somu ætt liva nøkulunda líka leingi. Eitt dømi er toskafiskar, ið kunnu blíva 25 ára gamlir, t.d. toskur og hýsa. Tað er tó sera sjáldsamt at síggja so gamlan tosk í dag. Tó eru undantøk – hvítingsbróðir er í ætt við tosk, men hann gerst bara 5 ára gamal.

 

Uppsjóvarfiskar, so sum sild, svartkjaftur og makrelur kunnu liva leingi, makrelur og svartkjaftur upp í 20 ár, og sild kann gerast 25 ára gomul. Her skal sigast, at svartkjaftur er í ætt við toskafiskar, meðan sild og makrelur hoyra til hvør sína ætt. Brislingur er í ætt við sild, men verður bara 5 ára gamal.

 

Hvussu finna vit aldurin á fiski?
Nytrurnar, ið eru smáir kálksteinar í høvdinum, er partur av oyranum á fiski. Tær liggja á sansihárum í smáum holum í høvdinum, haðani nervar ganga til heilan. Tá fiskurin vendir í sjónum, tyngja nytrurnar ymiskt á sansihárini, og fiskurin "veit" tí hvønn veg, hann vendir. (Nytrurnar eru vanliga 6 í tali, 3 pør, men vit síggja vanliga bert tað eina parið, ið er størst.) Um okkara leiðir, har sjógvurin er kaldari um veturin enn um summarið, og munur er á føðinøgdini, gerst munur á vøkstrinum á fiski alt eftir árstíðini. Soleiðis er eisini í nytrunum. Tað vísir seg, at við góða vøkstrinum um summarið legst kálk í nytruna, meðan minni vøksturin um veturin gerst dimmur og uttan kálk. Av hesi orsøk verða ringar gjørdir í nytruni, dimmir vetrarringar, ið minna um vakstrarringarnir, sum vit kenna úr bulavøkstri á trøum, ið eru kappað.

 

Nytrurnar eru smáar í sild og makreli, og aldurin verður lisin undir sterkari sjóneyku. Hetta arbeiðið krevur nógva tíð og gott tol.

 

Hví kanna fiskifrøðingar aldurin á fiski?
Tað er týdningarmikið at kenna aldurin á tí fiski, ið verður fiskaður, soleiðis at til ber at rokna út, hvussu ymsu árgangirnir eru fyri í stovnunum. Hetta arbeiðið verður gjørt ár um ár, fyri at rokna støddina á samlaða stovninum, soleiðis at metast kann um, hvussu nógv kann fiskast úr stovnunum á hvørjum ári.

 

At enda kann nevnast, at í tropunum, har lítil og eingin munur er á sumri og vetri, veksur fiskurin javnt alt árið. Tá gerast ikki nakrir vetrarringar í nytrunum, og aldurin kann tí ikki lesast av nytrunum á tropufiskum.

 


Mynd av nytru. Sildanytra av 7 ára gamlari sild, við prikkum, ið vísa vetrarringarnar.