03. Des. 2014

Toskur á Føroyabanka í sjónvarpinum.

 

Havstovan ger á hvørjum ári kanningar úti á Føroyabanka. Ein túr um várið og ein túr um heystið.

 

Høvuðsendamálið við túrinum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa, t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndu sløgum.

 

Fyrst í september 2014 var Magnus Heinason aftur úti á Føroyabanka í eina viku og gjørdi yvirlitstrolingar.

 

Hendan túrin vóru tveir menn frá Kringvarpinum við og gjørdu upptøkur av arbeiðinum umborð, og av toskinum á Føroyabanka .

 

Nú hóskvøldið 4/12 -2014 kl. 19:25 verður ein sending víst í sjónvarpinum, sum er um toskin á Føroyabanka og tær kanningar, ið har verða gjørdar.