18. Nov. 2014

Virkið ”Bátafiskur” á Eiði vann lutakastið

 

Lutakast um 12.500,- kr var 17. november 2014 millum teirra, sum høvdu latið fiskamerkir inn seinasta árið. Vinnarin gjørdist virkið ”Bátafiskur” á Eiði. Asbjørn Djurhuus (vinstrumegin á myndini niðanfyri) er ein av eigarunum á ”Bátafiski”. Tann merkti fiskurin var merktur 16. september 2013 eystur úr Nólsoy og var landaður til virkið á vári 2014. Longdin, 52 cm, var óbroytt í hesum tíðarskeiði.

 

Lutakastið varð hildið á Føroya Sjósavni, sum liggur á Argjum. Hóast bert átta fólk vóru tilstaðar, var tað ein spennandi løta, og tað var eisini vert at síggja sjósavnið. Bjørki Geyti frá Sjósavninum tók tann vinnandi seðilin. Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Havstovan takkar Føroya Sjósavni og ynskir ”Bátafiski” tillukku við vinninginum.