28. Okt. 2014

Hýsa merkt undir Føroyum

 

Magnus Heinason hevur just verið á tí árliga merkingartúrinum. Sum nakað nýtt vórðu 128 hýsur merktar. Nógv varð merkt av hýsu áðrenn sjómarkið fór út á 200 fjórðingar í 1977, men hetta hevur ikki verið endurtikið fyrr enn í ár. Spennandi verður at vita, um nøkur hýsa verður fiskað aftur, tí hýsa tolir ikki væl ta harðligu viðferðina, sum hon fær í trolinum. Umframt hýsuna vórðu 2002 toskar merktir, og tað er meira enn í fjør, tá 1195 toskar vórðu merktir.

 

Les túrfrágreiðingina her.