07. Okt. 2014

FP7-kanningar av rundormi í pelagiskum fiski

 

3-ára granskingarverkætlanin í FP7 er nú komin í helvt. Saman við 14 øðrum londum kannar Havstovan fisk, sum skal útflytast til ES, fyri rundormar – tí ES hevur strangar reglugerðir á økinum.

 

Sjálvar kanningarnar av svartkjafti, sild og makreli av Føroya-økinum eru um at vera lidnar. Fyri 2013 og fyri 2014 eru tiknir 150 fiskar av hvørjum fiskaslagi, soleiðis at tilsamans 900 fiskar verða gjølla kannaðir.

 

Hesi úrslitini verða tøk í 2015, tá ið verkætlanin endar. Havstovan verður við hesum eisini før fyri at veita pelagisku vinnuni í Føroyum kravdar ES-kanningar , tí nú hevur Havstovan bæði vitan og útgerð til at kanna og geva váttanir á økinum – sum eru í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.