01. Okt. 2014

Granskari á Havstovuni altjóða viðurkenning

 

Á fundi í Keypmannahavn tann 29. september fekk Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni, handaða eina "Inspiration Award" fyri sína slóðbrótandi gransking. Tað er vegna universitetið í Oslo, at Hjálmar, saman við fimm øðrum altjóða granskarum, hevur fingið hesa viðurkenning.

 

Hjálmar hevur granskað innan ymisk øki; men tað, sum serliga hevur vakt altjóða ans, er ein grein í kenda tíðarritinum "Science" frá 2005. Í hesi grein vísti Hjálmar, hvussu broytingar í rákinum norðarlaga í Atlantshavi (subpolari meldurin) hava broytt hita og saltinnihald í tí sjógvi, sum rekur fram við okkum. Síðan bygdi hann víðari á henda grundvøllin og hevur greinað, hvussu hesar broytingar eisini hava ávirkað gróður og djóralív í eystara parti av Norðuratlantshavi. Grundað á hetta hevur hann so eisini økt okkara vitan munandi um gýting og livilíkindi hjá týðandi uppsjóvarstovnum.