25. Sep. 2014

Havstovan á Vísindavøkuni 2014

 

Havstovan luttekur aftur í ár á Vísindavøkuni fríggjadagin tann 26. september 2014. Í ár verður Vísindavøkan hildin í hølunum hjá iNOVA á Hoyvíksvegi 51.

 

Básurin verður mannaður av granskarum og øðrum fólki frá Havstovuni, sum fara at greiða frá arbeiðinum og granskingini, sum fer fram á Havstovuni.

 

Umframt tað vanliga arbeiðið sum Havstovan ger, verða nógvir sjáldsamir fiskar sýndir fram í ár.

 

Vísindavøkan er frá kl. 08:00 til 22:00

 

Skráin sæst her: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2288&NewsItemID=19195