16. Sep. 2014

AtlantOS – sameinir marinar mátingar

 

Fyrr í ár bar til at søkja um stuðul úr granskingargrunninum hjá EU (Horizon2020) til at menna mátingar í Atlantshavi. Ein av umsøkjarunum er verkætlanin AtlantOS, sum Havstovan er við í. AtlantOS er ein stór verkætlan, sum hevur til endamáls at sameina allar hugsandi mátingar í Atlantshavi. Mátingar, sum Havstovan hevur at vísa á eru tær mongu hita og streymmátingarnar, sum Havstovan hevur gjørt í umleið 20 ár, og data frá uppsjóvartúrum hjá Magnusi Heinasyni.

 

Væntandi kemur svar uppá umsóknina síðst í novembur, men tó at AtlantOS verkætlanin ikki er fíggjað enn, so hevur hon longu fingið sína egnu heimasíðu (www.atlantos-h2020.eu), har til ber at lesa meiri um verkætlanina.