03. Sep. 2014

Magnus Heinason á Føroya Sjómannadegi

 

Nógv fólk komu umborð á havrannsóknarskipið Magnus Heinason leygardagin 23. august á Føroya Sjómannadegi, har tað var møguleiki hjá vitjandi at síggja skipið.

 

M. a. var ein CTD-mátari vístur fram (ikki at blanda við sjúkuna CTD). Hetta er eitt tól sum mátar salt, hita v.m. í sjónum. Síðani kom ein inn í laboratoriið, har ein m.a. kundi síggja, hvussu nytrur kunnu nýtast til at síggja aldurin á fiski. Eisini vórðu prøvar av æti og ymiskum yngli.

 

Í fabrikkini varð víst, hvussu veiðan verður skrásett umborð. Harímillum hvussu longd, vekt og magainnihald v.m. verður tikið og kannað.

 

Eisini vóru ymisk fiskasløg víst fram.

 

Kaffi, saft og smákøkur vóru at fáa í messuni.

 

Magnus Heinason takkar við hesum Føroya Sjómannadegi fyri eitt einastandandi gott og gevandi tiltak, og eisini fyri at Magnus Heinason slapp at vera við.