20. Aug. 2014

Sama av toski og hýsu, men meira av upsa og longu

Fyrri partur av yvirlitstrolingini á Landgrunninum í august er liðugur. Veiðan av toski og hýsu var áleið tann sama sum í fjør. Meira fekst av upsa, og serstakliga av seiði.

 

Tað var væl at fáa av longu, har vit fingu dupult so nógv sum í fjør, sí túrfrágreiðingina her.

 

Nógv var at síggja av smáum svartkjafti, og magakanningar vístu, at meira var av smáari nebbasild enn tað hevur verið í mong ár.

 

Víst verður annars til túrfrágreiðingina fyri túr 1430, har úrslit frá øllum 200 støðunum á Landgrunninum eru víst.

 

Les alla frágreiðingina her.