22. Juli. 2014

Makrelur og sild

 

Fólk frá Havstovuni eru júst afturkomin av makrelkanningum, har tey við skipinum Finni Fríða hava kannað nøgdirnar av makreli í Føroyskum sjóøki. Kanningarnar vístu, at nakað minni var til av makreli og sild í øllum økinum í mun til í fjør. Mest var at fáa norðanfyri, meðan væl minni var til sunnanfyri og vestanfyri. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna, og til tíðir var eisini nakað av heilt smáum svartkjafti at fáa.

 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum og norðmonnum, har endamálið er at kanna nøgdinar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum at finna sær føði. Hesar kanningarnar hava nú verið gjørdar í nøkur ár, og í mun til síðsta ár var samlaða veiðan fyri hvønn fjórðing nakað minni í ár.

 

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi ímillum luttakandi londini seinni í august. Hesin fundur verður í ár hildin í Føroyum, og úrslitini verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir fundin.

 

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her.