26. Mai. 2014

Havstovan umboðað á ráðstevnu í Wien

 

Mánaðarskiftið apríl-mai vóru Bogi Hansen og Sólvá Eliasen frá Havstovuni á ráðstevnu í Wien hjá European Geosciences Union, sum er europeiskur felagsskapur fyri jarðarvísund.

 

Á ráðstevnuni helt Bogi ein fyrilestur um rákið tvørturum Íslandsryggin og Sólvá legði fram ein postara.

 

Sólvá, sum arbeiðir við at kanna, hvussu veðurlagið ávirkar gróðurin á Landgrunninum, hevur gjørt eina meting av hvussu sambandið millum sjógvin á Landgrunninum og havið uttanfyri ávirkar gróðurin. Hennara fyribils úrslit vísa, at ábendingar eru um, at jú meiri avbyrgdur landgrunssjógvurin er frá sjónum uttanfyri, jú betri eru líkindini fyri góðum gróðri, og øvugt, jú meiri landgrunssjógvurin verður blandaður við sjógvin uttanfyri, jú verri eru líkindini fyri gróðurin. Postarin kann síggjast her.