14. Mai. 2014

ICES nýggja meting av makrelstovninum

 

ICES er nú komið við eini nýggjari meting av makrelstovninum fyri árið 2014. “Gamla” metingin fyri mest loyvdu veiðu (MLV) í 2014, sum varð gjørd í oktober í fjør, varð grundað á miðalveiðu trý tey seinastu árini, av tí at vanligi stovnsmetingarhátturin ikki kundi brúkast. Grundin var, at gamla modellið gav eina skeiva gongd av stovninum, við minkandi nøgd, meðan kanningarnar vístu at stovnurin er í vøkstri.

 

Hetta førdi til, at í februar 2014 varð ein bólkur við serfrøðingum settur at gera eina sokallaða "benchmark" kanning av makrelstovninum. Tvey umboð frá Havstovuni vóru við. Endamálið var at kanna, um tað bar til at gera eitt nýtt model til útrokning av stovnsstøddini. Úrslitið var ein nýggjur rokniháttur, sum gagnnýtir fleiri data, enn bert rognteljingar, sum higartil var gjørt. Nú er datagrundarlagið rognteljingar, yvirlitstroling eftir makreli um summarið, tilgongd av smáum makreli og merkiroyndir av makreli. Havstovan luttekur bæði í rognteljingunum við Magnusi Heinasyni og í yvirlitstrolingunum um summarið við leigaðum skipum.

 

Nýggja stovnsmetingin gevur ein munandi størri stovn av makreli enn higartil hildið. Ein týðandi orsøk er, at úrslitini frá makrelkanningunum norðanfyri seinastu summurini nú eru við í útrokningunum. Hesar kanningar vórðu góðkendar á áður nevnda "benchmark" fundi í februar.

 

Støddin á søguliga gýtingarstovninum, t.e. tíðarskeiðið frá 1980 til 2000, er eisini munandi broytt, serliga av tí at norsku merkikanningarnar av makreli nú eru við í metingunum.

 

Nýggja tilmælið fyri 2014, ið byggir á umsitingarætlanina hjá strandarlondunum, er, at MLV skal liggja í millum 927 túsund tons og 1,011 milliónir tons.

 

Makrelavtalan millum strandarlondini FO, EU og NO, gjørd fyrr í vár, førir til eitt MLV á 1,24 milliónir tons, væl meira enn ICES metir ráðiligt at fiska. Um kvoturnar, ásettar av Grønlandi, Íslandi og Russlandi á ávikavist 100, 146 og 102 túsund tons verða lagdar afturat kvotunum hjá teimum trimum strandarlondunum, verður samlaða veiðan knappliga 1,4 milliónir tons í 2014.

 

Nýggja tilmælið

 

WKPELA (benchmark) rapportin