07. Apr. 2014

Yvirlitstrolingarnar á vári lidnar

 

Fyribils úrslit staðfesta, at stovnarnir av toski og hýsu eru illa fyri, og at upsastovnurin er í hampuligum standi. Gleðiligt er, at tilgongdin av hýsu tykist batnandi. Nú eru yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum á vári lidnar. Hetta eru kanningar, ið hava verið gjørdar á hvørjum ári síðan 1982, og er høvuðsendamálið at fáa eina mynd av, hvussu støðan er í teimum ymsu stovnunum, serliga av toski, hýsu og upsa.

 

Sí alla túrfrágreiðingina her.