31. Mars. 2014

Ógreitt, um toskurin á Føroyabanka er í menning

 

Yvirlitstrolingin á Føroyabanka er liðug, og 27 av 29 hálum vórðu tikin. Tað var meira at fáa av toski enn seinastu árini, men hetta komst av tveimum góðum hálum.

 

Magnus Heinason ger eisini eina yvirlitstroling í september, og hon vísti metlága nøgd av toski í 2013 (sí myndina). Tað er tí ógreitt, um toskurin á Føroyabanka er í menning ella ikki, men tað kemur yvirlitstrolingin í september 2014 vónandi at geva eina ábending um.

 

Sí alla túrfrágreiðingina her.

 

Kg pr. tíma á yvirlitstrolingum hjá Magnusi Heinasyni á Føroyabanka í mars og september frá 1983 til 2014.