12. Mars. 2014

Stuttfilmur um NACLIM-verkætlanina

 

NACLIM-verkætlanin, sum ES fíggjar og sum Havstovan er við í, hevur almannakunngjørt ein stuttfilm, ið lýsir týdningin av at kanna avleiðingarnar av verðurlagsbroytingum. Hetta er fyrsti av fýra stuttfilmum – hinir verða almannakunngjørdir tey næstu 3 árini. Í hesum filminum verður sambandið millum luft, ís og hav lýst. Tosað verður við Mojib Latif frá GEOMAR í Týsklandi um ávirkanina av veðurlagsbroytingum á vistskipanir í havinum og upphiting í stórbýum. Filmurin sæst her og meiri er at lesa um NACLIM-verkætlanina her.