03. Mars. 2014

Havstovan gjørt upptøkur til Spekifyrilestrar í KVF

 

Í hesum døgum hava 7 granskarar á Havstovuni verið í Kringvarpinum og tikið upp fyrilestrar, sum ætlanin er at senda í Sjónvarpinum innan sendirøðina "Speki".

 

Tvey teirra tosa um ferðing hjá fiski: Eydna í Homrum um upsan, sum ferðast nógv millum lond, og Petur Steingrund um toskin, sum tvørturímóti er ógvuliga støðufastur.

 

Inga Kristiansen tosar um reyðæti, sum er sera týðandi matur hjá nógvum fiskasløgum, og Una Matras tosar um kúfiskin, sum livir ógvuliga leingi og goymir upplýsingar um livilíkindini á Landgrunninum í skelini.

 

Bogi Hansen tosar um tað djúpa rákið gjøgnum Bankarennuna, sum hevur týdning fyri djúphavið um allan heim og fyri tí heita rákinum fram við okkum.

 

Karin Margretha H. Larsen tosar um, hvussu hetta heita rákið er broytt hesi seinastu tjúgu árini millum annað av broytingum í tí sonevnda subpolara meldrinum, og Hjálmar Hátún tosar um, hvussu hesar broytingar eisini hava havt avleiðingar fyri alla vistskipanina í Norðureystur­atlantshavi, eisini svartkjaftin.