26. Feb. 2014

Fiskivinnugransking hevur framløgudag

 

Fastalávintsmánadag 3. mars 2014 verður spennandi framløgudagur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Fiskivinnugransking hevur sín árliga framløgudag, har útvaldar verkætlanir, stuðlaðar av FVG, verða lagdar fram.

 

Skráin er í stuttum:

 

  • Landsstýrismaðurin bjóðar vælkomin
  • Stutt kunning um Fiskivinnuroyndir
  • Framløgur av útvaldum lidnum verkætlanum byrja kl. 9:45
  • Íblástrarfyrilestur kl. 11:30
  • Matarsteðgur kl. 12:15
  • Nýggjar og framhaldandi verkætlanir byrja kl. 13:15
  • Liðugt kl. 15:10.

 

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til (Matur og kaffi)

 

Plássið er nakað avmarkað (60-80).

 

Luttøka skal fráboðast til Fiskimálaráðið 353030, Marjun Nielsen tlf. 353030/553245 ella Jákup Mørkøre 353030/553248). Til ber eisini at senda teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. , This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ).

 

Øll skráin sæst her.