21. Feb. 2014

Royna nýggjan hátt at meta um støddina á makrelstovninum

 

Tá stovnsmeting av makreli varð gjørd í fjør, vóru ávísir trupulleikar, sum so seinni førdu við sær, at ICES vrakaði stovnsmetingina. Ístaðin avgjørdi ICES at brúka miðalveiðuna seinastu trý árini sum mest loyvdu veiðu í 2014.

 

Samstundis varð avgjørt at hava ein sokallaðan “benchmark” fund í februar 2014, har vísindafólk skuldu finna fram til ein nýggjan hátt at gera stovnsmetingar av makreli, soleiðis at tilráðingar kunnu gerast. Hetta ber ikki til uttan við einum modelli.

 

Endamálið við fundinum var sostatt ikki at meta um støddina á makrelstovninum, men at gera eitt nýtt modell til stovnsmetingar í framtíðini. Hesin fundurin verður hildin í hesum døgum í Keypmannahavn, har eisini fólk frá Havstovuni eru við.

 

Niðurstøðurnar frá fundinum verða kunngjørdar í eini frágreiðing seinni í vár, og um alt gongur, sum ætlað, verður nýggja modellið brúkt til stovnsmetingarnar í august í ár til at meta um mest loyvdu veiðu av makreli í 2015.