07. Jan. 2014

Havstovuárið 2013

 

Nú árið 2013 júst er farið afturum, kann vera hóskandi at gera upp, hvussu árið hevur hildnast hjá Havstovuni og tað arbeiði, sum Havstovan hevur gjørt fyri at tæna okkara høvuðsvinnu.

 

Uppsjóvarfiskur
Uppsjóvarfiskur fyllir nógv í føroyskari fiskivinnu, og hetta hevur sjálvsagt merkt virksemið á Havstovuni. Í samstarvi við havstovur í øðrum londum hevur Magnus Heinason gjørt tveir fastar uppsjóvartúrar, ávikavist sunnanfyri í apríl og norðanfyri í mai. Harumframt hevur skipið gjørt fleiri smærri kanningartúrar, serliga fyri at kanna sild við Føroyar.

Í samstarvi við havstovurnar í Íslandi og Norra blivu kanningar gjørdar av útbreiðslu og ferðing hjá makreli, í juli. Havstovan luttók við Finni Fríða, ið bleiv leigaður til endamálið. Á øllum uppsjóvartúrunum bleiv æti og havfrøði eisini kannað.

 

Magakanningar av sild og makreli eru gjørdar alt tíðarskeiðið, ið hesi bæði fiskasløgini hava verið í føroyskum sjógvi, og eisini eru fitiinnihaldið og vøksturin av fiskinum kannað. Kanningarnar eru gjørdar bæði á rannsóknartúrunum og á fiski, sum er vinnuliga veiddur.

 

Samanumtikið hevur tað stóra átakið í kanningum av makreli hesi seinastu árini lyft okkara vitan langt upp, soleiðis at vitanarliga grundarlagið fyri burðardyggari gagnnýtslu er styrkt munandi. Kanningarnar eru partvís gjørdar í góðum samstarvi við onnur strandarlond og partvís av Havstovuni einsamallari. Vónandi kann tann nýggja vitanin vera við til at finna semju millum strandarlondini um býtið av hesum virðismikla tilfeingi.

 

Nógvu samráðinganar við hini strandarlondini um býti av sild og makreli hava eisini myndað arbeiðið á Havstovuni í farna ári, við at fáa føroyskt próvtilfar til vega.

 

Botnfiskur

Í juni á hvørjum ári letur Havstovan landsstýrismanninum frágreiðing um støðuna hjá høvuðsbotnfiskastovnunum á Landgrunninum og tilmæli um veiðu fyri komandi árið. Frágreiðingin og tilmælið byggja m.a. á fiskiskapin hjá teimum ymisku pørtunum av flotanum, yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinasyni, stovnsmetingarnar av toski, hýsu og upsa og á føðiviðurskiftini á Landgrunninum.

 

Í samstarvi við útróðrarbátar eru kanningar gjørdar av fiskiskapi við línu undir landi. Hetta arbeiðið er nú liðugt og frágreiðingar eru skrivaðar.

 

Í samstarvi við ICES, eru tilvísingarvirðini fyri nakrar av botnfiskastovnunum undir endurskoðan.

 

Farið er undir nærri kanningar av brosmu og longu, og tað arbeiðið heldur fram í 2014. Harumframt er ætlanin at økja rannsóknirnar av fiskastovnunum, sum halda til á djúpari leiðunum.

 

Hav- og vistskipanir

Havstovan hevur í fleiri ár tikið lut í stórari altjóða gransking av havfrøðini í Norðuratlantshavi. Góða geografiska støðan hjá Føroyum saman við dugnaligum granskarum ger, at Havstovan er eftirspurd í slíkum kanningum. Árið 2013 var einki undantak í so máta, og nógv altjóða gransking er gjørd í føroyskum sjógvi.

 

Øll vita vit, at føði- og liviumstøðurnar í sjónum í alstóran mun ávirka tilgongd, vøkstur og útbreiðslu av fiski, og tað er umráðandi at skilja hesi viðurskifti so væl, sum til ber. Í farna ári er nógv arbeiði lagt í at kanna hav- og vistskipanir, bæði inni á Landgrunninum og á opnu havleiðunum. Endamálið er at fáa neyðuga vitan, fyri at vit sum best kunnu laga okkum til náttúrunnar treytir.

 

Í sambandi við broytt ferðingarmynstur av uppsjóvarfiski, meðan hann er á føðiferð í Norðurhøvum um summarið, er tørvur á góðari vitan um havfrøði, æti og vistskipanirnar á víðum havi. Nýggjar verkætlanir eru settar í verk í 2013, ið hava til endamál at kanna hesi viðurskifti, og hvussu tey ávirka uppsjóvarfiskin.

 

Gransking og førleikamenning

Umframt tað afturvendandi arbeiðið, ið verður gjørt á hvørjum ári, hevur Havstovan eisini nógvar verkætlanir. Hesar kunnu vera føroyskar ella partur av altjóða granskingarsamstarvi. Samanlagt luttók Havstovan í  einum 25 ymiskum verkætlanum í 2013. Verkætlanirnar eru fíggjaðar av fiski- og oljuvinnuni, ES-granskingarsamstarvinum, donsku stjórnini, Fiskivinnuroyndum, Granskingarráðnum og yvir játtanina til Havstovuna á fíggjarlógini.

 

Myndugleikarnir tóku í 2013 ta avgerð, at Føroyar skulu vera partur av ES-granskingarsamstarvinum Horizon 2020. Hetta er ein skilagóð avgerð, sum uttan iva fer at gagna bæði føroysku granskingarstovnunum og føroyskum vinnulívi. Havstovunar partur fer ikki at liggja eftir, og vit fara at gera tað vit kunnu, fyri at draga aðrar føroyskar luttakarar við.

 

Vit eru donsku stjórnini takksom fyri stórfingna fígging av felags føroysku-donsku-grønlendsku granskingini av uppsjóvarfiski og umhvørvi í havøkinum millum Føroyar og Grønland. Í programminum, ið verður umsitið av Havstrovuni, eru tvey PhD-lesandi og tríggir PostDoc granskarar.

 

Havstovan er tann føroyski granskingarstovnur, ið útbýr nógv flestar granskarar. Stovnurin hjálpir fegin lesandi og nýggjum granskarum við PhD verkætlanum við vegleiðing, arbeiðs­umstøðum og at finna fígging. Í 2013 fingu tveir granskarar á Havstovuni PhD-prógv. Annar granskarin vardi ritgerðina á Universitetinum í Aarhus og hin á Univesitetinum í Tromsø. Tveir nýggir granskarar á Havstovuni fóru undir PhD útbúgving í 2013, soleiðis at samanlagt eru nú trý PhD lesandi, sum gera sína verkætlan á Havstovuni. Hesi eru øll innskrivað á Fróðskaparsetrinum. 

 

Havstovan hjálpir eisini fegin MSc lesandi við høvuðsuppgávum. Í farna ári hevur ein tikið MSc prógv á Keypmannahavnar Universiteti við høvuðsuppgávu gjørdari á Havstovuni, umframt at ein í løtuni arbeiðir við sínari høvuðsuppgávu á Havstovuni, og skal til próvtøku á Fróðskaparsetrinum í 2014.

 

Samskifti

Eitt av aðalmálunum hjá Havstovuni er at hava eitt gott og livandi samskifti við almenningin, vinnuna og við altjóða granskingarumhvørvið.

Á heysti 2013 skipaði Havstovan fyri Fiskivinnutingi, har luttakararnir viðgjørdu støðuna í botnfiskavinnuni og gongdar leiðir frameftir. Evnið á Fiskivinnutinginum var um møguleikar og avbjóðingar fyri einari lønandi og burðardyggari botnfiskavinnu. Ein samandráttur frá fiskivinnutinginum verður lagdur á heimasíðuna hjá Havstovuni í næstum.

 

Tað er altíð stuttligt at fáa vitjandi inn á gólvið, og eins og undanfarin ár hava vinnuumboð, skúlaflokkar og nógv onnur javnan verið gestir á Havstovuni. Hetta er mennandi fyri samstarvið ímillum Havstovuna og teir ymisku aktørarnar í samfalagnum, sum Havstovan tænir.

 

Rannsóknarskipið

Í 2013 varð kanningarætlanin hjá rannsóknarskipinum skerd, av tí at ein partur av játtanini mátti brúkast til umvælingar. Í fíggjarlógini fyri 2014 samtykti Føroya Løgting at játta pening til umvælingar, umframt ta vanligu rakstrarjáttanina. Hetta var ein neyuðug avgerð, sum umstøðurnar eru. Játtanin merkir, at Havstovan kann leggja til rættis fulla kanningarætlan hjá Magnusi Heinasyni fyri 2014.

 

Havstovan ynskir øllum, sum starvast í fiskivinnuni, eitt gott 2014.

 

Eilif Gaard