23. Des. 2013

Vælumtóktar vitjanir á Havstovuni

 

Á Havstovuni eru eini 250 - 400 fólk á kunningarvitjan um árið. Tað koma fólk í øllum aldri at vitja Havstovuna, fólk frá pensionistafeløgum, miðnámsskúlum, fólkaskúlum og barnagørðum.

 

Flestu vitjanir eru frá fólkaskúlunum kring landið, av næmingum, sum hava lívfrøði, ella sjóvinnubreyt á tímatalvuni.

 

Sum ein part av arbeiðsuppgávunum á Havstovuni, sum er ein av størstu granskingarstovnum í Føroyum, er tað ikki meir enn náttúrligt, at stovnurin hevur slíkt tilboð, serliga til yngra ættaliðið, sum skal nema sær útbúgving seinni í lívinum.

 

Á slíkari kunningarvitjan, verður greitt frá, hvat stovnurin fast við, t.d. yvirlitstrolingar, havfrøði, veðurlag, fisk, fugl, hval o.m.a.

 

At vitjanirnar eru væl umtóktar sæst aftur, tí lærarar koma aftur ár undan ári við nýggjum næmingum.