13. Des. 2013

Tíðindaskriv frá ICES

 

Veiðutrýstið á fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum er minkað munandi seinastu 10 árini, og stovnarnir vaksnir samsvarandi. Hetta er tó ikki galdandi fyri allar stovnar, m.a. verða toskur og hýsa undir Føroyum nevndir sum dømi.

 

Í døgunum 3.-6. desember tók undirritaði lut í árliga desember fundinum hjá ráðgevandi nevndin hjá ICES (ACOM) í Keypmannahavn. Á hesum fundum verður tikið saman um farna árið, og ætlanir verða gjørdar fyri komandi ár.

 

Á fundinum var framløga um støðuna í 85 fiskastovnum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Niðurstøðan var, at um allir stovnar verða tiknir undir einum, so er veiðutrýstið sum heild minkað, og í nógvum førum er veiðutrýstið nú samsvarandi tilráddum virðum; samsvarandi hesum eru stovnarnir í vøkstri. Men hetta er ikki galdandi fyri allar leiðir; m.a. verður nevnt, at veiðutrýstið eftir toski og hýsu undir Føroyum støðugt hevur verið hægri enn tilmælt, og stovnarnir sera smáir. Eisini verður nevnt, at toskastovnarnir í Írskahavinum, Kattegat og vestan fyri Skotland eisini eru sera smáir.

 

Sagt verður víðari, at fleiri viðurskifti hava elvt til hesa positiva gongd, ið hava ført til eina minking í veiðuorkuni (royndini), m.a. minking av heildarkvotum, broytt marknaðarviðurskifti og hægri oljuprísir.

 

Jákup Reinert, Havstovan.

 

Alt tíðindaskrivið (á enskum) kann lesast her.