10. Des. 2013

Vitjan úr Noregi

 

Havstovan hevur í hesum døgum vitjan av tveimum granskarum frá NIFES í Bergen. NIFES er stytting fyri National Institute of Nutrition and Seafood Research. Teir eru Dr. Arne Levsen og Vidar Fauskanger.

 

Orsøkin til vitjanina er, at Havstovan luttekur í ES-fíggjaðari FP7-verkætlan um rundormar í fiski. Samanberingar verða gjørdar av úrslitum og tøkni til tess at tryggja álítandi úrslit.

 

Fyri Havstovuna arbeiða Mourits Mohr Joensen og Dánjal Petur Højgaard við fiskasløgunum svartkjafti, sild og makreli. Arbeiðið hevur verið fyrireikað í longri tíð og byrjaði í februar mánaða í ár. Tilsamans 14 lond eru við í kanningunum av innfluttum fiska-matvørum til ES í 2013-2015.