19. Nov. 2013

Hoyr Fiskivinnutingið

 

Nú ber til at hoyra framløgurnar, sum vóru á Fiskivinnutinginum 2013.

 

Á Fiskivinnutinginum, sum Havstovan skipaði fyri 6. november, varð m.a. komið inn á lívfrøðina og støðuna hjá nøkrum fiskastovnum, æti, royndir við rist í upsatroli, vinnuligar avbjóðingar og búskap.

 

Umframt, at ljóðbrot frá framløgunum nú kunnu hoyrast her, ber eisini til at síggja framløgurnar og ein film av rist í upsatroli.