07. Nov. 2013

Fiskivinnuting 2013

 

6. november skipaði Havstovan fyri Fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk, umboðandi allar tættir í høvuðsvinnu okkara, vóru komin saman til fyrilestrar og kjak. Jacob Vestergaard landstýrismaður bjóðaði vælkomin og lagt var til brots.

 

Fyrrapartin átti fiskifrøðin pallin, har fyrsta evni var Botnfiskur undir Føroyum: Greitt varð frá stovnsmetingum, og farið varð í dýpdina við svartkalva, brosmu, longu og upsa.

 

Annað vísindaliga evni var Landgrunnurin. Tá varð nomið við æti og makrel á Landgrunninum, og farið var so nærri inn á tær periodisku broytingarnar á Landgrunninum, afturlítandi á long tíðarskeið.

 

Seinnapartin kom vinnan og búskaparfrøðin við sínum íkasti, og byrjað varð við trimum búskaparligum boðum uppá, hvussu vit kunnu koma burtur úr naggatódnini í botnfiskaveiðuni á Landgrunninum. Drigið var samanum við teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan á landi stendur frammanfyri. Seinasta innleggið snúði seg um ráðgeving og umsiting av okkara fiskastovnum.

 

Aftaná var lívligt kjak og farið var út um tíðina, áðrenn tingið endaði.

 

Havstovan vil við hesum takka øllum fyrilestrahaldarunum, øllum, sum hittust á tingi, og ein serlig tøkk til tey virki, sum fíggjarliga hjálptu til.

 

Framløgurnar eru at síggja við leinkjunum niðanfyri.

 

Botnfiskur undir Føroyum

Stovnsmetingar av toski, hýsu og upsa. Jákup Reinert, Havstovan. lurtið her
Svartkalvi. Petur Steingrund, Havstovan. lurtið her
Havtaska. Lise Ofstad, Havstovan. lurtið her
Longa og brosma. Lise Ofstad, Havstovan. lurtið her
Ferðing av upsa. Eydna í Homrum, Havstovan. lurtið her
Rist í upsatroli. Filmur. Kristian Zachariassen, Vónin. lurtið her

 

Landgrunnurin

Æti á Landgrunninum. Eilif Gaard, Havstovan. lurtið her
Makrelur á Landgrunninum. Jan Arge Jacobsen, Havstovan. lurtið her
Broytingar í vistskipanini á Landgrunninum. Petur Steingrund, Havstovan. lurtið her

 

Vinnupartur

Virðisøking í fiskivinnuni. Bjarni Arnason, NUMO. lurtið her
Hvussu fáa vit feskfiskaveiðuna at geva avkast aftur? Kári Petersen, Búðskaparfrøðingur. lurtið her
Optimering av botnfiskaflotanum undir Føroyum. Hans Ellefsen, PhD í búðskaparfrøði. lurtið her
Avbjóðingar og møguleikar. Egil Olsen, Fiskivinnufrøðingur í botnfiskavinnuni á landi. lurtið her
Ráðgeving og umsiting. Eilif Gaard, Havstovan. lurtið her

 

Framløgurnar eru at síggja og hoyra við leinkjunum niðanfyri.

 

Um ljóðbrotið ikki hoyrist frá heimasíðuni, ber til at høgraklikkja á leinkjuna, goyma tað lokalt á telduni og spæla tað av sum eina vanliga mp3-fílu.