24. Okt. 2013

Fiskivinnuting 2013

 

Avbjóðingar og møguleikar fyri einari lønandi og burðardyggari botnfiskavinnu

 

Norðurlandahúsið 6. november 2013 

 

Sum eitt íkast til orðaskiftið um botnfiskavinnuna undir Føroyum, skipar Havstovan fyri einum almennum fiskivinnutingi í Norðurlandahúsinum mikudagin 6. November 2013, kl 9-16.

 

Skráin sæst her

 

Á Fiskivinnutinginum verður m.a. komið inn á lívfrøðina og støðuna hjá nøkrum fiskastovnum, æti, royndir við rist í upsatroli, vinnuligar avbjóðingar og búskap. Eisini koma umboð fyri vinnufeløg til orðanna og pallborðsorðaskifti verður.

 

Luttøkugjaldið er 300 kr fyri hvønn. Tá er íroknað kaffi fyrrapart og seinnapart umframt døgurði mitt á degi.

 

Boðast kann frá luttøku og til ber at gjalda á
http://tilmelding.fo/registration_step1.php?e=6d3dcfaec5c6264d9eed23b7dd17aad8