23. Okt. 2013

Dann Clementsen vann kr 12.500,-

 

Tað árliga lutakastið millum fiskamerkir varð hildið 21. oktober 2013. Vinnarin av teimum 12.500 kr var Dann Clementsen av Sandi. Dann sigldi við bátinum ”Sniálvi” og fekk tann merkta toskin 29. november 2012. Teir vóru tá staddir vestan fyri Sandoy.

 

Toskurin var merktur 2. oktober 2011 vestan fyri Sandoy og hevði flutt seg lítið, bert 9 fjórðingar. Toskurin var 60 cm, tá hann var merktur, og 64 cm, tá hann varð afturfingin.

 

Lutakastið varð hildið í hølunum hjá P/F Bátafiski á Eiði og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram á rættan hátt. Asbjørn Djurhuus, sum arbeiðir á P/F Bátafiski tók tann vinnandi seðilin, meðan hini starvsfólkini vóru til staðar, umframt trý umboð frá Havstovuni.

 

Hetta var ein sera hugnalig løta og Havstovan takkar P/F Bátafiski fyri ómakin og blíðskap. Vónandi fær lutakastið fólk at senda fiskimerkir inn til Havstovuna.