01. Okt. 2013

Jørðin hitnar framvegis av mannaávum

 

Fríggjadagin 27. september kom fyrsti partur av nýggju frágreiðingini frá altjóða veðurlagsnevndini (IPCC). Í høvuðsheitum er boðskapurin tann sami sum í seinastu frágreiðingini, ið kom í 2007. Ivin er bara minkaður.

 

Jørðin er hitnað nógv tey seinastu 50 árini (sí myndina til høgru), og nú er ógvuliga lítil ivi um, at hetta stavar frá brenning av olju, koli og gassi og øðrum av mannaávum. Eisini er líkt til, at menniskjað eigur sín stóra lut í, at havið fløðir, at ísurin í Pólhavinum er farin at bráðna, at glopraregn og hitabylgjur eru vorðin meiri ógvislig í støðum o.s.fr. Metingarnar av komandi upphiting eru eisini mestsum tær somu.

 

Tann størsta óvissan er, hvat vit menniskju fara at gera. Um tað eydnast heimsins stjórnum heilt skjótt at avmarka útlátið av koldioxidi og øðrum dálkandi evnum, hitnar jørðin sum heild kanska bara eitt stig aftrat, tó at tað verður ymiskt ymsastaðni (sí vinstru helvt av myndini í neðra). Heldur verandi gongd við ótálmaðum útláti hinvegin fram, verður upphitingin nógv størri (sí høgru helvt av myndini í neðra). Sum tað sæst á myndunum, er mest líkt til, at havleiðirnar kring Føroyar fara at hitna. Hetta er tó ringt at siga við vissu, tí okkara veðurlag er so ávirkað av vindi og streymunum, sum reka fram við okkum.

 

Ein samandráttur av niðurstøðunum er at finna her.

 

Trýst á myndina fyri at síggja hana betur.