26. Sep. 2013

Broytiligt rák suður í Hetlandsrennuna

 

Árligi ICES ársfundurin er í hesum døgum í Reykjavík, har vísindafólk hava høvi at leggja fram granskingarúrslit. Hósdagin 26. septembur legði Karin Margretha H. Larsen frá Havstovuni fram um rákið frá Føroyastreyminum norðan fyri Føroyar við denti á tann partin, sum fer inn í Hetlandsrennuna.

 

Í síni framløgu vísti Karin Margretha á, at eitt ávíst samband er millum vatnskorpuhæddina í Noregshavinum og rákið fram við kantinum norðanfyri og inn í Hetlandsrennuna. Um veturin hevur vatnskorpuhæddin í Noregshavi lyndi til at lækka, so at vit fáa eitt hall í vatnskorpuni og hetta styrkir um rákið framvið hellingini, og suðurum. Hetta sæst aftur í streymmátingum, sum Havstovan hevur gjørt norðanfyri (N, sí mynd) og í Hetlandsrennuni (E,S og Z). Rákið inn í Hetlandsrennuna er harðast um veturin, men tað er ymiskt, hvussu langt suður í rennuna tað røkkur, áðrenn tað verður bent út í rennuna og síðan norðureftir aftur. Sambært streymmátingunum sær tað út til, at tað summi ár røkkur suður móti Munkagrunninum. Hetta broytiliga rák stýrir flutninginum av flógvum Atlantssjógvi víðari norður móti íshavinum, og kann tí ávirka bæði havklima og vistskipanir á leiðini.

 

Enskur samandráttur er at lesa her .

 


Broytiligt rák í Hetlandsrennuni og streymmátarar kring landgrunnin (N, E, S og Z).