26. Sep. 2013

Havstovan partur av Vísindavøkuni

 

Aftur í ár telist Havstovan millum framsýnararnar á Vísindavøkuni, sum verður á fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð 27. september.

 

Á básinum hjá Havstovuni ber til at kunna seg um okkara arbeiði og gransking. M.a ber til at síggja eina lundaholu, nytrur frá ymsum fiskasløgum og æti gjøgnum mikroskop. Eisini fer fólk frá Havstovuni at vísa, hvussu vit taka royndir av fiski. Hetta verður gjørt kl. 9 og kl. 16.

 

Vísindavøkan byrjar kl. 8:30 og heldur fram heilt til midnátt.

 

Meir kunning um Vísindavøkuna fæst her.