25. Sep. 2013

Magnus Heinason lagdur í úrtíð

 

Rannsóknarskipið Magnus Heinason er nú givið við kanningunum fyri í ár. Vanliga plagar skipið at vera í drift til november, men bæði í ár og í fjør hava kanningarnar verið skerdar. Orsøkin er, at rættiliga stórar umvælingar eru gjørdar, sum eru goldnar av vanligu rakstrarjáttanini. Tí er játtanin uppi nú, hóast nakað er eftir av árinum.

 

Tá skipið á sumri 2012 var til klassingar, bleiv avdúkað, at nógvastaðni vóru pláturnar ov tunnar vegna tæring. Kravt varð, at summastaðni skuldu plátur skiftast beinanvegin. Aðrar kundu bíða til árið eftir.

 

Umvælingarnar á sumri 2012 kostaðu 2,4 mió kr. og tær sum blivu gjørdar seinasta vetur, kostaðu 1,4 mió kr. Játtanin, sum skipið fær á fíggjarlógini á hvørjum ári, røkkur til rakstur og vanligt viðlíkahald, men hon klárar ikki so stórar eykaútreiðslur sum hesar. Tí eru kanningarnar skerdar bæði í fjør og í ár.