30. Aug. 2013

Fundur um fiskireiðskap og hagreiðing

 

Ein arbeiðsbólkafundur um fiskireiðskap og hagreiðing verður í Reykjavík 1. - 2. oktober 2013.

 

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á nýggjastu gransking og menning av fiskireiðskapi og hagreiðing av fiski. Eitt av fremstu endamálum við fundinum, sum er fíggjaður av Norðurlandaráðnum (AG-Fisk), er at knýta bond millum gransking og ídnað, sum fæst við reiðskap/hagreiðing í Norðurlondum.

 

Fýra evni verða tikin upp á fundinum:

 

  • Selektivur reiðskapur
  • Umhvørvisárin av reiðskapi
  • Optimering av reiðskapi við atliti til kostnað og dygd á veiðu
  • Effektiv hagreiðing

 

19 fyrilestrar verða á fundinum og har ímillum verða Kristian Zachariassen frá ”P/F Vónin” og Hardi Hansen frá ”P/F Varðin” sum fara at leggja fram nýggjastu vitan teirra um troltøkni.

 

Les meira um arbeiðsbólkafundin her:
http://www.fishinggearnetwork.net/?page_id=54

 

Skráin fæst her:
http://www.fishinggearnetwork.net/wp-content/uploads/2013/06/workshop-agenda.pdf

 

Melda til hjá:
Jónas R. Viðarsson,
Matís headquarters,
Vínlandsleið 12, Reykjavík
email: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.