26. Aug. 2013

Fáir havhestaungar í Høvdanum

 

Aftur í summar miseydnaðist tað hjá flestu sjófuglunum at fáa pisurnar undan, og tað sær eisini út til, at havhesturin hevur ilt við at finna føði til ungarnar. Men samanborið við annan sjófugl, so klárar havhesturin seg framvegis væl; 36% av ungunum verða helst floygdir.

 

Mett tøl fyri Føroyar
Mett verður, at 600.000 pør av havhesti eiga í Føroyum, og at vit veiða o.u. 50.000 til 100.000 ungar um árið. Hetta eru sera leysligar metingar, tí havhesturin er ongantíð taldur um alt landið, og onki eftirlit er við veiðini.

 

Havhesturin í Høvdanum í Skúgvoy taldur nágreiniliga seinastu 13 árini
Í 1995 og 1996 vóru ávikavist 580 og 620 havhestar, men hesi seinastu 13 árini hevur talið av havhesti verið 380 í miðal, so tað er ein triðing færri enn í 1990unum. Tað er kortini ikki vist, at allur hesin fuglurin er deyður, men í staðin fyri at sita í berginum, er hann kanska longri tíð úti á havinum, nú minni av føði er undir landi. Í miðal eru um 272 havhestareiður í Høvdanum, og í miðal verða 126 ungar floygdir.

 


Mynd 1. Úrslitið av havhestateljingini í Høvdanum í Skúgvoy seinastu 13 árini.

 

Sama tal av ungum, sum í fjør, men 24% undir miðal seinastu 13 árini
Havhestaungarnir verða taldir stutt áðrenn teir eru floygdir, og í summar var talið 96, sum er á leið tað sama, sum í fjør, men tað er 24% undir miðal seinastu 13 árini. Havhesturin í Høvdanum fær góðan frið fyri fólki, tí ongin hevur verið í Høvdanum síðani 1974. Rotta er ikki í Skúgvoy, so tað er bara fuglur, t.d. skúgvur, svartbakur, mási og ravnur, ið tekur egg og ungar, men hetta sæst tó lítið til, hóast ungarnir liggja einsamallir longu, tá ið teir eru rættiliga smáir. Hvussu nógv kemur undan, av havhestaungum í Høvdanum, veldst tí mest um, hvussu nógv føði er til ungarnar. Ein stóran part av føðini fær havhesturin frá skipum og bátum, men meginpartin veiða teir helst sjálvir, t.d. prikkafisk, hvítingsbróðir, nebbasild, høgguslokk, bustmaðkar og smá krabbadýr.

 


Mynd 2. Havhestur við unga. Tey flestu havhestareiðrini í Høvdanum síggjast væl, tí har verpur havhesturin mest á rókum og spíldum, har bert eitt sindur av sandi er at gera reiður av.

 

Færri havhestaegg, og minni av havhesti fæst á fleyg
Tað verður ofta sagt frá, at tað er minni til av havhestaeggum enn tað var fyrr, og í summar fingu teir t.d. serstakliga fá egg í Sandoynni. Hendan minkingin byrjaði fyri nógvum árum síðani, men tað er ein spurningur, um havhesturin bara rýmir úr teimum plássunum, har hann verður rændur, ella um tað er ein verulig minking í búfuglastovninum. Um onkur hevur tøl fyri, hvussu nógv havhestaegg hava verið rænd ymisk ár í sama plássi, eri eg sera áhugaður í at frætta nærri.

 

Eisini verður sagt frá, at minni av havhesti hevur verið at fingið á fleyg seinastu árini enn tað fekst fyrr. Um onkur hevur tøl frá havhestafleyggi, sum kunnu samanberast yvir nøkur ár, eri eg eisini sera áhugaður í at frætta um hetta. Ringjast kann á tlf. 353923 ella 222006, og e-mail adressan er This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. .

 


Mynd 3. Havhestabátar á Slættanestanga.