11. Juli. 2013

Grein um rákið gjøgnum Hetlandsrennuna

 

Tann 9. juli var ein grein um rákið gjøgnum Hetlandsrennuna kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum: "Ocean Science".

 

Gjøgnum hesa rennu floymir heitur sjógvur úr Atlantshavi eystureftir inn í Norskahavið og hini køldu høvini fyri norðan. Hesin streymur (Hetlandsstreymurin, sí mynd) hevur stóran týdning fyri ferðingina hjá uppsjóvarfiski. Havstovan hevur tí leingi mátað rákið bæði við skipi og fortoyaðari útgerð. Sjógvurin úr Atlantshavi ber nógvan varma við sær, sum hevur stóran týdning fyri veðurlagið í Arktis, og tí hava granskarar úr nógvum ymiskum londum tikið lut í kanningunum, og nógvur stuðul er veittur úr Europeiska granskingargrunninum.

 

Høvuðsendamálið við hesi greinini var at talfesta, hvussu nógvan Atlantssjógv og varma Hetlandsstreymurin flytur inn í Norskahavið. Hetta vísti seg at vera torførari enn upprunaliga mett, serliga tí at ein partur av Atlantssjógvi í Hetlandsrennuni stavar frá Føroyastreyminum, sum eisini flytur Atlantssjógv inn í Norskahavið (sí mynd). Og rákið í rennuni er fløkt og ógvuliga skiftandi. Við at savna alt mátitilfarið og samanbera við mátingar úr fylgisveini hevur tó eydnast at talfesta miðalrákið í Hetlandsstreyminum og broytingarnar í tí. Eitt høvuðsúrslit í greinini er, at Hetlandsstreymurin er veikari enn mett, og at Føroyastreymurin, sum Havstovan eisini mátar regluliga, tí er tann streymurin, sum flytur mest av Atlantssjógvi og varma inn í tey køldu høvini fyri norðan.

 

 

Les alla greinina her.