08. Juli. 2013

Yngul- og ætikanningar á sumri 2013

 

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2013 eru loknar. Hetta eru kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Eins og í fjør var sjógvurin nakað kaldari í ár í mun til somu tíð árini fyri, gróðurin væl undir miðal, væl var av djóraæti, men lítið var til av flest øllum sløgum av fiskayngli, og støddirnar av teimum vóru yvirhøvur smáttfallandi.

 

Les alla túrfrágreiðingina her.