27. Juni. 2013

Vísindalig grein um ferðing hjá upsa

 

Granskarar á Havstovuni hava verið við at skriva eina grein um ferðing hjá upsa í eystara parti av Norðuratlantshavi. Greinin eitur “Migration of saithe (Pollachius virens) in the Northeast Atlantic” og stendur í vísindaliga tíðarritinum ICES Journal of Marine Science.

 

Høvuðsúrslitini í greinini eru, at upsi ferðast millum lond, men at henda ferðing er rættuliga ymisk frá einum øki til annað. T.d. varð umleið triði hvør vaksni upsi, sum varð merktur við Føroyar, afturfingin við Ísland. Hinvegin varð bert 1% av íslendskum upsa fingin aftur uttan fyri íslendskt øki. Norskur vaksin upsi var í 7% av førunum fingin aftur antin við Føroyar ella Ísland. Sostatt kann sigast, at í høvuðsheitum er ein netto ferðing vestureftir. Hóast ferðing er staðfest millum lond, er ferðingin ikki so umfatandi, at hon broytir okkara fatan av, at vit hava ymiskar upsastovnar við t.d. Ísland, Føroyar og Noreg. Til tess at brúka vitanina um ferðing hjá upsa í stovnsmetingararbeiði er tó neyðugt við nýggjum samskipaðum kanningum í øllum Norðuratlansthavi samstundis.

 

Eitt annað høvuðsúrslit er, at ferðingin økist, sum upsin veksur – til hann er umleið 60 cm til longdar. Hetta sást í títtleikanum av upsa í ymsu støddarbólkunum, sum var afturfingin uttan fyri “heimaøkið”. Frástøðan millum merking og afturtøku gjørdist eisini longri, jú eldri upsin var. Eftir at upsin var vorðin 60 cm ella umleið 5 ára gamal, tyktiskt tað, sum at ferðingin helt sær á sama stigi. Í tilfarinum eru eisini ábendingar um, at ferðingin hjá vaksnum upsa hevur eitt árstíðarmynstur, og kann hetta lættliga hugsast at hava samband við gýtingar- og føðiferðing.

 

Greinin var partur av doktaraverkætlanini hjá Eydnu í Homrum um føroyskan upsa, sum hon vardi á sumri 2012. Arbeiðið er gjørt í samstarvi við granskarar úr Íslandi, Noregi og Onglandi. Kanningarnar eru grundaðar á merkitilfar, sum var til taks. Tað styrkti munandi um vitanina, at fáa tilfar úr fleiri økjum, soleiðis at vit fingu eina betri heildarfatan av ferðingini hjá upsa.

 

Her sæst enski samandrátturin av greinini og høvundalistin.