18. Juni. 2013

Fylgisveinasendarar á havhest

 

Sjálvt um havhesturin er tann sjófuglur, sum mest er av í Føroyum, vita vit millum lítið og einki um, hvussu og hvar hann reikar á opnum havi. Øll vita at nógvur havhestur fylgir skipum, men vit vita einki um, hvussu stóran part av stovninum talan er um, og ei heldur hvussu týdningarmikil føðikelda útblak frá skipum veruliga er.

 

Sum flestum kunnugt er havhesturin at síggja á landi ella nær við land so gott sum alt árið. Og sambært eini nýggjari kanning var hann í økinum, har hann reiðraðist, næstan alt árið, men minkaði nógv í talið í september og var heilt burtur í oktober. Hetta fær ein at undrast á, hvagar hann fer, og hví hann er burtur akkurát hesa tíðina.

 

Í næstum verður farið undir eina verkætlan á Havstovuni, at kanna nærri hvar og nær (hvørja tíð á samdøgrinum) havhesturin finnur sær føði, um tað er útblak frá nøkrum ávísum fiskiskapi, ið er serliga týdningarmikil sum føði fyri havhestin, og hvar hann er ta stuttu tíð, hann er burtur frá landi, og hví hann er burtur akkurát hesa tíðina á árinum.

 

Verkætlanin verður gjørd sum samstarv millum Havstovuna, Lunds Universitet í Svøríki, Svaldbards Universitet í Norra og Kiel Universitet í Týsklandi. Verkætlanin verður stuðlað av Granskingarráðnum og Statoil.

 

Skemtitekning í Sosialinum 7. juni 2013.