12. Juni. 2013

Streymmátarar settir út aftur

 

Køldu og heitu streymarnir við Føroyar (Havsins Kalda Hjarta) hava stóran týdning fyri sirkulasjónina í heimshøvunum. Havstovan hevur samanhangandi mátað styrkina av hesum streymum síðani 1996. Magnus Heinason hevur júst sett streymmátararnar útaftur, og hesir skulu liggja í sjónum í eitt ár.

 

Á sama túri bleiv eisini ein skurður frá aldumátaranum vestanfyri hjá Landsverki og inn í Hestfjørð tikin, við mátingum av hita, saltinnihaldi, mongd og sløg av algum (plantuæti) og konsentrasjón av tøðsøltum. Vit sóu at sera lítil gróður hevur verið inni á Landgrunninum higartil í ár, meðan meiri gróður er í sonevnda sjóvarfalsfrontinum, og úti á opnum havi. Data verða brúkt til betur at skilja, hví so man vera.

 

Eisini bleiv nýggj útgerð til at máta mongd av djóraæti roynd. Hendan riggaði, sum hon skal.

 

Les túrfrágreiðingina