05. Juni. 2013

Yvirlitstroling eftir makreli fyri Havstovuna 1.-20. juli 2013

 

Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar. Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 3200 tons av makreli og upp til 1000 tons av norðhavssild er ætlað at fíggja yvirlitstrolingina. Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst undir. Sí eisini lýsing av kanningarætlanini aftast í hesi lýsing.

 

Freistin at svara er týsdagin 11. Juni 2013 við telduposti til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða vald út og verða síðani biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt lítlan) part av kvotuni, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði.

 

Tíðarskeið:

 

Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 1. til 20. juli 2013. Henda kanningin verður gjørd sum ein felags kanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.

 

Krøv til skipið í sambandi við kanningina:

 

  • Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum.
  • Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð. Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F-15, 6 m2, 2000 kg.
  • Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður í vatnskorpuni.
  • Skipið skal hava Scanmar ella Marport dekkseind og sensorar, ið skulu brúkast til at máta ymsar parametrar á trolinum.
  • Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni.
  • Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni. Her skal borðpláss (100x60 mm) vera til mátibretti og elektroniska vekt.
  • Internetsamband skal vera umborð, og skip, sum hava vælútbygt LAN v/interneti, hava fyrimun (EK60 teldan skal hava samband við netið umborð).
  • Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá ekkóloddunum.

 

Útreiðslur í sambandi við kanningina:

 

Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 675.000, ið skulu fíggjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar umfata millum annað elektroniskar vektir at viga veiðuna (í posanum), Marport troleyga og sensorar at seta á trolið, fyri at meta um gap á trolinum, meðan tóvað verður, serlig telda at taka ímóti data frá ekkóloddinum, útreiðslur til løn og siglipengar í sambandi við siglingina og til at arbeiða upp prøvar, tiknir umborð.

 

Jan Arge Jacobsen
Havstovan

 

Leinkja til kanningarætlanina: Makrelkanningar 2013