04. Juni. 2013

Rognkorn hjá makreli kannað

 

Magnus Heinason er just afturkomin av rannsóknarferð, har endamálið var at kanna gýting hjá makreli í økinum kring Føroyar. Kanningarnar gingu væl og vístu, at daggomul rognkorn av makreli vóru at finna á flestu støðum, serliga sunnanfyri. Frá tí at makrelur gýtur rogn út í sjógvin til rognini klekjast ganga fleiri dagar, og í hesum tíðarskeiði kunnu rognini reka langa leið. Fyri neyvt at vita hvar makrelur gýtur, verða tískil bert tey daggomlu rognkornini tald. Daggomul rognkorn eru tí greitt tekin um, at makrelur gýtur har hesi eru fingin.  Myndin niðanfyri vísir siglingarleiðina hjá Magnusi Heinasyni og sirklarnir vísa, hvar royndir vóru tiknar. Daggomul rognkorn (bláir rundingar) vóru funnin á flestu støðum sunnanfyri, men væl minni var at síggja norðanfyri.

 

Umframt kanningar av rognkornum, vórðu eisini aðrar kanningar av makreli gjørdar. Á myndini til høgru verða royndir tiknar fyri at lýsa aldurs- og kynsbýti, umframt longd, vekt og búningarstig. Eisini vórðu royndir tiknar til genetiskar kanningar av makreli.

 

Enn ber ikki til at siga nakað um tal av rognkornum í prøvunum; hetta arbeiði fer nú í gongd, og úrslitini skulu latast ICES seinni í juni, og verða tá, saman við úrslitunum hjá hinum londunum, brúkt í stovnsmetingararbeiðinum av makreli.

Kanningin er liður í stórum altjóða granskingarsamstarvi, samskipað av ICES, hvørs endamál er at kanna gýting hjá makreli í økinum frá suðurstrond Portugals norður til okkara leiðir í tíðarskeiðnum frá januar til juli.

 

Les alla frágreiðingina

 

Siglingarleið og støðir á makrelkanningunum hjá Magnusi Heinasyni. Bláu sirklarnir vísa, hvar daggomul rognkorn vórðu funnin, og reyðu vísa, at eingi daggomul rognkorn vórðu funnin.

 

Royndirnar av makrelrognum vórðu tiknar við eini bongo. Hetta er ein ramma við tveimum glúpum, sum verður tóvað frá yvirflatuni niður á 200m dýpi og upp aftur. Meskavíddin í glúpunum er 280 mikro metrar (0,280 mm).