04. Juni. 2013

Vinnan á vitjan

 

Gott og opið samskifti millum fiskivinnuna og Havstovuna er ein sjálvfylgja, og nógv er, sum partarnir kunnu umrøða í felag.

 

Mánadagin 3. juni vitjaðu umboð fyri ymiskar partar av fiskivinnuni og onnur við tilknýti til fiskivinnuna á Havstovuni , fyri at frætta um nýggj kanningarúrslit og fyri at kjakast um okkara høvuðsvinnu.

 

Evnini, ið blivu viðgjørd, vóru:

-          Æti á Landgrunninum

-          Nýggjastu stovnsmetingarnar og gongdin í stovnunum hjá toski, hýsu og upsa

-          Kanningar av svartkjafti, sild og makreli