29. Mai. 2013

Gýting hjá makreli verður kannað

 

Í hesum døgum kannar rannsóknarskipið Magnus Heinason, hvussu makrelur og rossamakrelur gýtir um okkara leiðir. Kanningin er partur av stórum altjóða granskingarsamstarvi, sum hevur til endamáls at kanna gýting hjá makreli og rossamakreli frá suðurstrond Portugals norður til Føroyar í tíðarskeiðnum januar til juli. Tey luttakandi eru ES, Noreg, Ísland og Føroyar, sum øll gera somu kanningar ymisk tíðarskeið í ymiskum økjum.

 

Tað er ein sera umfatandi uppgáva at kanna gýting hjá makreli, og tískil verða hesar kanningar bara gjørdar triðja hvørt ár. Havstovan var við í hesum kanningum á fyrsta sinni í 2010. Kanningarnar vístu tá, at makrelur eisini gýtir í føroyskum sjógvi, heilt norður á 63 stig, um enn nøgdirnar ikki eru so stórar.

 

Magnus Heinason loysti hósdagin 23. mai og kemur væntandi inn aftur fyrst í komandi viku. Tá túrurin er liðugur og gjørdur upp, verður túrfrágreiðing skrivað.

 

Tað ber til at fylgja við, hvar Magnus Heinason er nú, og at síggja slóðina á túrinum við at trýsta á tilhoyrandi ikon mitt á forsíðuni á heimasíðuni. Myndin vísir slóðina, og hvar Magnus Heinason var á middegi í dag.