16. Mai. 2013

Sildakanningar norðanfyri

 

Magnus Heinason er júst afturkomin eftir at hava gjørt sildakanningar norðanfyri. Hesar kanningar verða gjørdar á hvørjum ári í felag við Ísland, Noreg og ES, sum eisini hava rannsóknarskip við í kanningunum.

 

Niðurstøðan fyribils er, at nøgdirnar av sild eru á leið tær somu í føroyska kanningarøkinum, sum tvey tey undanfarnu árini. Miðalstøddin á sildini, sum varð fingin við troli, var stór, og hetta er ein ábending um at serliga er talan um gamla sild. Hetta er í tráð við aðrar kanningar, sum vísa, at tilgongdin til sildastovnin hevur verið vánalig seinnu árini. Svartkjaftur varð serliga fingin í kantinum norðan fyri Føroyar, og rættuliga fitt av smáum svartkjafti var uppií. Makrelur varð fingin í landsynningspartinum av kanningarøkinum, og eisini her var lutfalsliga nógvur smáur makrelur uppií.

 

Fyrst í juni verður ein felags frágreiðing skrivað saman við hinum londunum, og tá fæst ein fullfíggjað mynd av samlaðu nøgdunum av norðhavssild í eystara parti av Norðuratlantshavi.

 

Les alla frágreiðingina