15. Apr. 2013

Svartkjaftakanningarnar sunnan fyri Føroyar lidnar

 

Magnus Heinason hevur gjørt kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar saman við fýra øðrum rannsóknarskipum.

 

Fyribilsúrslitini vísa, at svartkjaftur stóð víðari um í sunnara parti av føroyskum øki í ár enn í fjør, og at tað var heldur minni at síggja í okkara kanningarøki, serliga eystur móti hellingini sunnan fyri markið. Í føroyskum øki var munurin ikki so stórur. Vert er at nevna, at smáur svartkjaftur aftur er at síggja í føroyskum øki í ár.

 

Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Russlandi. Noreg var tó ikki við í ár. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri, tí kunnu tølini hjá Magnusi Heinasyni ikki einsamøll brúkast til at vísa nøgd av svartkjafti. Samlaða nøgdin, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað síðst í mánaðinum.

 

Svartkjafturin var smærri norðan fyri Wyville-Thomson Ryggin enn sunnan fyri. Tann smái og óbúni svartkjafturin, var serliga at síggja norðan fyri bankarnar og frá Munkagrunninum og suður á ryggin, meðan tann størri og búni svartkjafturin var at síggja sunnan fyri bankarnar og báðu megin markið. Hesin var á veg norðureftir aftan á gýtingina. Ein lítil partur av svartkjaftinum í okkara øki hevði enn ikki gýtt.

 

Les alla frágreiðingina

 

Ekkóvirðir av svartkjafti, Magnus Heinason 4. til 12. apríl 2013.

 

Jan Arge Jacobsen
15. apr. 2013