09. Apr. 2013

Framvegis lítið at fáa av toski og hýsu á Føroyabanka

 

Magnus Heinason hevur júst verið til yvirlitstroling á Føroyabanka, har bert 10 av 29 hálum vórðu tikin, tí trolið kom fast í botn. Tað var eitt sindur meira av toski at fáa enn í fjør, men tó var nøgdin lítil í mun til onnur ár. Eisini var lítið at fáa av hýsu í mun til onnur ár.

 

Magakanningar vístu, at toskur og hýsa ótu meira av nebbasild og minni av krabbadýrum enn onnur ár.

 

Les meira við at trýsta her.