05. Apr. 2013

Doktari í nebbasild

 

Í dag vardi Kirstin Eliasen PhD-ritgerð sína ”Sandeel, Ammodytes spp., as a link between climate and higher trophic levels on the Faroe shelf”.

 

Verjan fór fram á Fabrikkini hjá Öström, har fitt av fólki var komið at lurta.

 

Opponentarnir vóru væl nøgdir við granskingararbeiðið, ið hevur økt væl um vitanina av nebbasild undir Føroyum. Hetta er týdningarmikil vitan, tí nebbasildin hevur sera stóran týdning sum føði, bæði fyri fisk og sjófugl. Granskingin hevur eisini fingið nýggja vitan til vega, ið hevur áhuga í øðrum vistskipanum.

 

Í metingarnevndini hava sitið Dr. Kurt Thomas Jensen frá Århus Universiteti, Dr. Torstein Pedersen frá Universitetinum í Tromsø og Dr. Kristjan Lilliendahl frá Havrannsóknarstovuni í Reykjavík. Torstein Pedersen og Kristjan Lilliendahl vóru opponentar í PhD-verjuni.

 

Verkætlanin er partur av granskingarprogramminum ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes” og er fíggjað av donsku stjórnini og Fiskivinnuroyndum. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og Kirstin var innskrivað til Ph.D.-lestur á Univesitetinum í Århus. Vegleiðarar vóru Peter Grønkjær og Jens Tang Christensen frá Århus Universiteti og Bogi Hansen, Eilif Gaard og Jan Arge Jacobsen frá Havstovuni.